placeholder
Innanlands

Ferðandi við leið 300 av flogvøllinum skulu bera masku

Strandferðslan siglir og koyrir aftur eftir vanligari ferðaætlan, tó við kravi um frástøðu og reinføri

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-15 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú Føroyar verða latnar uppaftur fyri ferðafólkum úr útlondum, verður nú settt krav til ferðandi við leið 300 úr Vága Floghavn um at bera andlitsmasku, eins og kravið er til ferðandi við flogførunum.

Strandferðslan fer eisini í vanligan rakstur aftur í dag eftir at hava havt skerdan rakstur síðan koronatiltøkini vórðu sett í verk í mars mánaði.

Tað vil siga, at Bygdaleiðir koyra eftir vanligari ferðaætlan á øllum leiðum, og at tað nú eisini verður møguligt at rinda við reiðum peningi fyri ferðaseðil umborð á øllum bussum umframt við SSL-kortum.

Við Oyggjaleiðum verður sóttarhaldsskipan avmarkað, soleiðis at ferðandi, ið koma úr øðrum londum enn Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, sum myndugleikarnir alment hava kunngjørt, boða manningini frá, so hesi fáa møguleika til at sita burtur frá ferðafólkum, ið ikki eru umfataði av nýggju leiðreglunum fyri ferðandi til Føroya, skrivar ssl.fo.

Tað verður - enn sum áður - heitt á ferðafólk um at halda 1 meturs frástøðu, hava gott reinføri umframt at ferðast við masku á leið 300 úr floghavnini og við øllum leiðum hjá SSL á víðariferð til ætlanarstøð í Føroyum, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder