
Føroysku incoming-fyritøkurnar, har av Green Gate Incoming er tann størsta og elsta, hava sum so mong onnur í ferðavinnni, fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin, eftir at koronafarsóttin tók seg upp í vár.
Incoming-vinnan hevur bert eitt bein at standa á, og tað eru útlendsk ferðafólk. Og tá ferðafólkatalið fer niður á botn, sum tað er hent í ár, heldur virksemið hjá hesum fyritøkum so at siga uppat.
- Afturgongdin í umsetninginum hjá okkum hevur verið umleið 90 prosent. Í juli høvdu vit onkrar bólkar, eins og okkurt smávegis er selt til føroyingar. Annars hevur virksemi okkara ligið stilt.
Tað er ikki soleiðis, at deyðin stendur í durunum hjá Green Gate Incoming, og fyritøkan skal nokk yvirliva hendan veturin, men tað verður ikki pláss fyri tveimum miseydnaðum árum á rað, staðfesta eigararnir.
- Okkara inntøkur eru í summarhálvuni, og tá tær svíkja, er sjálvandi einki at standa ímóti við í vetrarhálvuni.
Les alla ókeypis greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald