Á tíðindafundinum í Kringvarpinum varð nýggj hjálparpakkin - hjálparpakki 3 - lagdur fram. Um ein fyritøka hevur fingið úr hjálparpakka 2, verður tað mótroknað, um hon eisini fær úr hjálparpakka 3. Nýggi pakkin er í trimum høvuðstættum.
Stuðul til fastar útreiðslur hjá ferðavinnufyritøkum
Fyritøkur, sum reka vinnuliga ferðavinnu, kunnu fáa endurgjald fyri ein part av føstu útreiðslunum. Kravið fyri at fáa hjálp er, at fyritøkur skul hava mist í minsta lagi 40 prosent av umsetninginum. Útreiðslur og missur skal verða skjalfest.
Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 10 millónir krónur fyri alt tíðarskeiðið og 10 milliónir samlað fyri fyritøkur í einum samtaki. Her telur til dømis Gist og Vist ikki sum eitt samtak, men t.d. hvør einstøk matstova er eitt
Skipanin verður mett at kosta millum 30 og 40 milliónir krónur, staðfestir fíggjarmálaráðharrin Skipanin er galdandi frá 12.mars 2020 til og við 30.juni 2020.
15. juni fær ferðavinnan tí hjálpina, at tað verður meira frítt at ferðast til Føroyar - serliga í tann mun, at sóttarhald ikki verður tilmælt
Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnumálum, var við at leggja hjálparpakkan fram (Mynd: Sverri Egholm)
Framtak - váðafúsur kapitalur
Ein skipan verður sett í verk, har Framtak bindur 30 milliónir krónur at nýta til fyritøku innan ferðavinnuna í 2020 og 2021. Í sama viðfangi eftirgevur landið 30 milliónir krónur, sum landið eigur til góðar í Framtaki. Váðafúsi kapitalurin verður veittur sum ábyrgdarlán ella sum innskot av partapeningi.
Stuðul til festivalar og mentanarøkið
Festivalarnir kunnu ikki verða í summar útfrá tilmælinum - í øllum førum langt frá í tí skapi, sum vanliga er. Harvið er stórur missur í væntur hjá t.d Voxbotn, G! og Sumamrfestivalinum. Nú verður ein skipan sett í verk, sum fimm milliónir eru settar av til, har bæði festivalar og fólk á mentanarøkinum kunnu søkja um fíggjarligan styrk.
Til ber at søkja um endurgjald fyri 75 prosent av hildnum útreiðslum, tí eitt tiltak er avlýst orsakað av korona, boðaði Jenis av Rana, mentamálaráðharri frá. Talan er um millum annað konsertir, framsýningar og sjónleikir. Hetta verður skipað eftir somu meginreglum sum í hjálparpakka 3, men er galdandi fram til og við 31. august, orsaka av tilmælunum um festivalum og stórum tiltakum (einki skal vera áðrenn 31. august)
Ítróttarfeløg, ið kunnu skjalprógva mistar inntøkur, kunnu eisini fáa endurgjald úr hesum pakkanum.
Økið ið Jenis av Rana varðar av er við í hjálparpakkanum. Landstýrismaðurin í mentamálum fegnaðist um góðu gongdina og mælti millum annað til, at summarlegur verða hildnar kortini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald