placeholder
Innanlands

Ferðavinnufelagið: Verður trupult at senda umsókn til tíðina

Ferðavinnufyrutøkur hava tríggjar vikur til at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4, men granskoðarahjálp er umráðandi í hesum føri, og grannskoðarnir eru ovbyrjaðir hesa tíðina

2021-06-10 11:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár lýsti landstýrismaðurin í vinnumálum kunngerðina, sum ger tað møguligt hjá fyritøkum í ferðavinnuni at søkja um stuðul úr hjálparpakka fýra.

Fyritøkurnar fáa endurgjald í mun til, hvussu stór afturgongdin hevur verið, og skulu tí millum annað lata ársrokniskapir inn. Fyritøkurnar fáa endurgjald, í mun til hvussu stór afturgongdin hevur verið.

Les eisini: Hjálparpakki 4: Nú hava ferðavinnufyritøkur møguleikan at søkja

Eftir kunngerðina vísti Ferðavinnufelagið á, at talan er um stutt skotbrá. Hetta er tí, at tað er torført at fáa grannskoðarahjálp til millum annað uppseting, nú allir ársroknskapir skulu vera latast inn innan tríggjar vikur.

Hetta skrivar Kringvarpið.

Grannskoðaravirkini hava nógv at gera komandi tíðina, og tí kann talan gerast um eina tekniska forðing fyri at søkja.

Ferðavinnufelagið mælir eisini til, at upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum ikki verða avmarkaðar aftur til tess at forða fyri smittuspjaðing, skrivar kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder