Innanlands

Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

Sylvia Garduno flutti til Føroya í 2009, og fer fríggjadagin 6. november at geva sítt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið.

Sylvia hevur, av egnum áhuga, sett fleiri verkætlanir í verk, sum skulu hjálpa fólki, ið flyta til Føroya. Hetta millum annað at skilja føroyska málið og mentanina betur

Sylvia hevur, av egnum áhuga, sett fleiri verkætlanir í verk, sum skulu hjálpa fólki, ið flyta til Føroya. Hetta millum annað at skilja føroyska málið og mentanina betur

2026-10-29 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sylvia Garduno flutti til Føroya í 2009 og hevur síðani fingið gott innlit í føroyska samfelagið og mentanina.

Hetta er sæð við eygunum hjá einum, sum er komin uttanífrá.

Soleiðis skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari og spyr: 

- Hvat er tað við okkara mentan, sum vit føroyingar kanska ikki sjálvir leggja merki til? Og hvussu uppliva onnur mátan, vit samskifta og eru saman uppá?

Hetta er millum tað, sum verður sett á breddan á Ferðavinnustevnuni fríggjdagin 6. november.

Har verður Sylvia Garduno millum tey, sum fer at leggja fram. Og millum annað fortelja um sínar royndir.

Heimasíðan industry.fo skrivar, at Sylvia av egnum áhuga sett fleiri verkætlanir í verk, sum skulu hjálpa fólki, ið flyta til Føroya, at skilja føroyska málið og mentanina betur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder