Innanlands

Myndir: Ferðin til París er byrjað

Fyrrapartin byrjaði fráferðin hjá Team Rynkeby úr Klaksvik – Team Rynkeby vitjar ymsastaðni í dag, áðrenn leiðin gongur við Norrønu til Danmarkar

(Myndir: Klaksvíkar kommuna)

(Myndir: Klaksvíkar kommuna)

2024-06-27 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í dag byrjaði fráferðin hjá Team Rynkeby úr Klaksvik.

Hóast veðrið var grátt, so var lagið sera gott, og nógv fólk vóru komin at siga Team Rynkeby súkklarunum, sum í morgin fara til Danmarkar við Norrønu, farvæl, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Karl Johanesen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, byrjaði løtuna við einari røðu og ynskti súkklarunum góðan túr. Síðan helt Sigrun Niclasen eina røðu, umboðandi Team Rynkeby Føroyar, og eisini spældi bólkurin Adrenalin tvey løg.

Eisini barnagarðar og skúlin á Skúlatrøð nýttu høvið at handa kekkar. Tey hava skipað fyri ymiskum og savnað inn pening til Team Rynkeby. Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Eftir røður og sang vóru øll bjóðað til kaku og kaffi í Smæruni. Síðan vóru súkklurnar sendar avstað.

Team Rynkeby vitjar eisini ymsastaðni í Eysturoynni og Streymoynni í dag. Skráin sæst her: Síðsti túrur áðrenn fráferð í morgin



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder