Innanlands

Ferðist í egnum landi

Føroyska ferðavinnan vendir sær nú beinleiðis til føroyingar

At rógva kajakk á Sandsvatni er fastur partur av pakkanum “Easy Peasy á Sandi” (Mynd: Kirstin Vang)

At rógva kajakk á Sandsvatni er fastur partur av pakkanum “Easy Peasy á Sandi” (Mynd: Kirstin Vang)

2020-05-28 09:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vist Faroe Islands, kunningarstovur, kommunur og Ferðavinnufelagið eru saman um nýtt átak, ið eggjar føroyingum at ferðast í egnum landi í summar. Endamálið er at varpa ljós á mongu frálíku vørurnar og tænasturnar, ið eru mentar hesi seinastu árini, og at fáa føroyingar at ferðast í Føroyum og harvið stuðla lokalu vinnuni.

”Lat hini eiga Eiffeltornið, Frælsisgudinnuna og pyramidurnar – Føroyar eiga Kallin. Ein sjáldsama vakur túrur og ein sólarklárur møguleiki hjá familjum og vinarbólkum.” Soleiðis ljóðar brot úr lýsing á nýggju heimasíðuni ferðist.fo.

Heimasíðan, ið verður sýnisgluggi fyri upplivingar og tænastur kring alt landið, vendir sær ímóti familjum, bólkum og einstaklingum. Á heimasíðuni ber til at finna sær íblástur til upplivingar í Føroyum, eins og tað er møguligt at keypa útvaldar upplivingar.

Fyriskipararnir vísa á, at korona kreppan rakti júst sum føroyska ferðavinnan gjørdi seg til reiðar at taka ímóti met nógvum útlendskum ferðandi. Hetta er ein smeitur fyri ferðavinnuna, sum partarnir vilja gera sítt til at bøta um.

- Vit hava varhugan av, at føroyingar ikki eru tilvitaðir um allar teir møguleikar ferðavinnan hevur skapt hesi seinastu árini kring alt landið. Tað vilja vit fegin broyta við at varpa ljós á upplivingar, veitarar og nýggj støð í Føroyum og ikki minst, at geva føroyingum møguleikan at keypa upplivingar í Føroyum. Vit vóna, at átakið soleiðis kann menna ein størri føroyskan heimamarknað, ikki bara nú Korona herjar, men eisini framyvir, so ferðavinnan fær eitt sterkari handilsligt grundarlag at virka á framyvir, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.

Ferðist í egnum landi bjóðar m.a. upplivingar við forvitnisligu heitunum “Nýtt upp á Stokkarnar”, “List og Hugni í Havn”, “Vatnið og Fiskastykkið”, “Til barnaskips á Tvøráfirði” og “Easy Peasy á Sandi”.

Fyrstu túrarnir verða gjørdir í juni, og sum frálíður verða fleiri upplivingar lagdar afturat vøruskránni.

Til ber at kunna seg nærri á heimasíðuni ferðist.fo og á facebook og instagram síðunum við heitinum “Ferðist í egnum landi”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder