Innanlands

Ferðslan í Vágsbotni verður umskipað og avmarkað í summar

Allan juni og juli mánað verður arbeitt við at breiðka við bryggjuna í Vágsbotni - hámarksferðin verður 20 kilometrarum tíman og bert akfør við serligum loyvi sleppa at koyra út undir Bryggjubakka

2021-06-01 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni verður arbeitt við at breiðka bryggjuna í Vágsbotni. Tað er økið frammanfyri sølubásarnir, ið talan er um. Breiðkast skal 2,5 metrar - umleið 35 metrar framvið bryggjuni, skrivaði Tórshavnar kommuna í síðstu viku, tá arbeiðið fór í gongd.

Les eisini: Arbeiðið at breiðka bryggjuna í Vágsbotni fer nú í gongd

Í dag skrivar Tórshavnar kommuna, at arbeiðið fer at bera í sær, at ferðslan í Vágsbotni verður umskipað og avmarkað í tveir mánaðir.

Arbeiðið verður í gongd allan juni mánaða og part av juli, og hetta tíðarskeiðið verður hámarksferðin 20 km/t, ferðslan eftir Mylnugøtu verður einvegis niðaneftir, og bara akfør við serligum loyvi sleppa at koyra út undir Bryggjubakka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder