2020-11-17 07:54

Í sambandi við arbeiðið at seta skoytibreytina upp í Vágsbotni í Havn byrjar í morgin, verður ferðslan broytt nú frá klokkan 8 í morgun at galda.
Mylnugøta verður einsrættað frá Tórsgøtu og niðan til Vaglið. Koyrast kann sostatt ikki frá Vaglinum og oman til Vágsbotn og Skálatrøð.
Koyrast kann heldur ikki frá Vágsbotni og niðan á Bryggjubakka ella øvugt. Øll ferðslan, sum skal undir Bryggjubakka skal eftir Skálaltrøð, og tað er ikki møguligt at koyra av Skálatrøð og niðan á Vaglið ella Bryggjubakka.
Ferðsluavmarkingin er galdandi fram til leygardagin 28. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald