Innanlands

Ferðslan tarnað í Hvalvík vegna ferðsluóhapp

Ein lastbilur er koppaður og hevur fingið skrokkskaða. Ferðslan verður næstu løtuna leidd gjøgnum bygt økið

2020-03-17 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ferðsluóhapp á landsvegnum í Hvalvík er atvoldin til, at ferðslan í økinum er tarnað.

Ferðslan verður næsta hálva tíman leidd gjøgnum bygt økið á staðnum, sigur løgreglan.

Vaktleiðarin kunnar samstundis um, at talan bert er um skrokkskaða.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder