![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár hevði ferðsluløgreglan eitt átak í Norðurøkinum, har bilar vórðu kannaðir millum klokkan 7.30 og 12.
Í hesum sambandi vórðu heili 51 mál skrivaði.
Í flestu førunum var talan um bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið uppiá sær, sum ikki sótu í trygdarbelti, og bilar við lyktufeilum.
Fýra fingu eisini klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, sum ikki sótu í trygdarbelti, og tveir tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu.
Hjá tveimum førarum var koyrikort teirra útgingið vegna aldur, og ein bilførari hevði einki koyrikort. Helst hevur hann eisini verið undir 18, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Onnur mál, sum vórðu skrivaði snúðu seg um niðurslitin summardekk, manglandi hondbremsu, ein viðfestisvogn uttan ljós, og rútar, har ísurin ikki varð skavaður av frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald