2021-06-08 22:50

Landsverk og Umhvørvisstovan hava í eina tíð arbeitt við at leggja nýggjastu ferðsluhagtølini á kortal.fo.
Tað, sum millum annað ber til at síggja er, hvar í Føroyum mesta ferðslan er, og nær á degnum mesta ferðsla er.
Ársmiðal, sum verður víst, er tað árstalið har dáturnar eru komnar inn. Til dømis er ársmiðal fyri 2021 grundað á tøl, sum eru frá januar 2021 og til nú, skrivar Landsverk.
Nýggjastu tølini síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald