Tað er koyrandi sum vant eftir Tjørnuvíkarvegnum, men nakrar tímar í morgun var galið. Tað hevur í fleiri førum verið omanlop í økinum, og í dag kom nakað av gróti á vegin stutt frá bygdini.
Les eisini: Ikki koyrandi eftir Tjørnuvíkarvegnum í morgun
Út á fyrrapartin var støðan greidd. Mortan Olsen, leiðari á veghaldinum hjá Landsverk, sigur við Kringvarpið, at hetta var eitt av størru omanlopunum í økinum. Landsverk fekk ruddað grótið burtur, og ábøtur er gjørdar á asfaltið á vegnum. Omanlopið gav nakrar skaðar, sum síggjast, staðfestir Mortan Olsen.
Ætlanir eru um ein tunnil til Tjørnuvíkar
Ferðsluljós skulu aftur betra um summarferðsluna
- Aftur í ár kunnu vit fegnast um at ferðsluljós eru sett upp ímillum Tjørnuvíkar og Líðina oman móti Tjørnuvík.
Soleiðis skrivarði Sunda kommunu á heimasíðu sínari í gjár.
Tá summarið er, og nógv ferðafólk vitja Føroyar - umframt føroyingar ið vilja ein túr til Tjørnuvíkar - er stórt trýst á. Í fjør vórðu ferðsluljós sett upp fyri at fáa meira skipaði viðurskifti. Sunda kommuna vónar, at ferðsluljósini eru við til at betra um nógvu summar ferðsluna til og frá Tjørnuvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald