2020-04-08 15:55
Klokkan hálvgum tvey seinnapartin fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Marknagilsvegnum í Havn.
Talan var um ein bil, sum koyrdi framvið einari súkklu og tók í róðrið á súkkluni. Talan var ikki um nakað álvarsamt ferðsluóhapp, men sum skilst var eitt sindur av materiellum skaða, sigur vakthavandi á politistøðini.
Súkklarin hevur, sum skilst, ikki fingið nakran álvarsaman skaða, men viðkomandi varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er at gera í slíkum førum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald