Innanlands

Ferðsluóhapp í Gøtudali

Tveir bilar stoyttu saman í gjárkvøldið – bilarnir eru vrak, men eingin álvarsligur fólkaskaði var, sigur løgreglan

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-03-30 09:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið stutt fyri klokkan hálvgum tíggju fekk løgreglan boð um, at ein samanstoytur hevði verið í Gøtudali.

Talan var um ein bil, sum kom úr Norðragøtu og skuldi snara út á landsvegin men sum endaði við at renna á ein mótkoyrandi bil – eitt sonevnt víkiskylduóhapp, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Sum skilst eru báðir bilarnir vrak, men eingin álvarsligur fólkaskaði var.

Seks fólk vóru í óhappinum – fýra í eina bilinum og tvey í hinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder