2021-01-18 10:08

Í gjárkvøldið klokkan 23.30 var eitt ferðsluóhapp í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Tveir bilar vóru við í óhappinum. Talan var um ein bil, sum stóð stillur og sum varð árendur av einum mótkoyrandi bili.
Sum skilst var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini, men bilarnir fingu skaða, og máttu teir flytast av staðnum.
Annars hevur verið stak friðarligt í nátt, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald