Innanlands

Ferðsluóhapp millum Skipanes og rundkoyringina

Tveir bilar rendu saman. Eingin fólkaskaði var, men bilarnir vórðu fluttir av staðnum

2020-04-03 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um hálvgum níggu tíðina í morgun var eitt ferðsluóhapp á eystara armi av Skálafjørðinum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at tveir bilar rendu saman. Annar koyrdi frá Skipanesi niðan móti rundkoyringin, og hin kom oman ímóti bygdini úr rundkoyringini.

Ikki er heilt greitt, júst hví óhappið hendi.

Eingin fólkaskaði stóðst av hendini. Bilarnir vórðu fluttir av staðnum.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder