Uttanlands

Ferðsluóhapp norðanfyri Kollafjarðartunnilin

Talan var um ein bil, sum rendi á annan bil

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-15 22:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan tjúgu minuttir yvir níggju í kvøld fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið beint við Kollafjarðartunnilin.

Talan er um ein bil, sum rendi inn í annan bil.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað vóru løgreglufólk, sum vóru á staðnum, sum boðaðu frá. Boð vórðu send eftir sjúkrabili, men um nakar álvarssamur skaði stóðst av óhappinum veit løgreglan ikki at siga.

Enn kennir løgreglan heldur ikki orsøkina til óhappið, og hetta verður kannað nærri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder