Innanlands

Ferðsluruðuleiki elvir til avlýsingar

Tórshavnar kommuna hevur júst boðað frá, at sum støðan er á strekkinum frá landsvegnum oman á Gomlu Rætt, so kann Leið 5 ikki koyra til Kirkjubøar næstu tímarnar

Gravgangurin eftir at sleppa at uppliva Sandoyartunnilin órógvar aðra ferðslu (Mynd: Sverri Egholm)

Gravgangurin eftir at sleppa at uppliva Sandoyartunnilin órógvar aðra ferðslu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-21 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin letur Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Ein rúgva av fólki hevur longu verið í tunnlinum og gingið, runnið ella súkkla teinin.

Sí eisini: 
2000 fólk undir Skopunarfirði
Myndir: Tunnnilsrenning í Sandoyartunlinum
Hátíðardámur og spenningur í Sandoynni

Nógv vilja sleppa framat, og nógv hava eisini verið seinastu túrarnar við Teistanum.

Støðan hevur elvt til eitt slag av ferðsluruðuleika á landsvegnum og oman móti Gomlu Rætt. Hetta hevur millum annað við sær avlýsingar á Leið 5 hjá Bussleiðini.

Tórshavnar kommuna skrivaði fyri løtu síðani soleiðis á heimasíðu sínari.

- Vegna bilkaos á landsvegnum oman til Gomlu rætt, koyrir leið 5 ikki til Kirkjubøar frá nú av og til kl. 17. Leið 5 koyrir tó til Velbastaðar.

Harvið er tað ikki veðrið, men søguliga hendingin og spenningurin, sum órógva eitt sindur seinnapartin.

[object Object]
Gravgangurin eftir at sleppa at uppliva Sandoyartunnilin órógvar aðra ferðslu (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder