Seinnapartin í dag fer karnivalgonga ígjøgnum Klaksvík. Summar Festivalurin er seinastu árini skotin í gongd við einum festligum karnivali har stór sum smá kunnu vera við. Soleiðis verður aftur í ár.
Karnivalið verður seinnapartin, og á odda fyri skrúðgonguni verða Silvi, Gula Bamsan, Trølla Pætur og ein risastórur dinosaurur. Eisini verða nakrir av Føroya bestu dansarnum og rættir víkingar við í gonguni.
Skrúðgongan fer úr Klaksvíksgarðinum kl. 14, og gingið verður til Badmintonhøllina, har Silvalandið á Summar Festivalinum samstundis letur upp.
Tónleikurin á Summarfestivalinum byrjar kl. 19, tá Victoria á Lakjuni trínur á pallin í stóra tjaldinum. Eisini 80’ara fyribrigdið Nalja spælir í Stóra Tjaldinum seinni í kvøld.
Tónleikurin á stóra pallinum á Vágsbøi byrjar klokkan 20 við Marius Ziska. Klokkan 22 spæla Killer Queen og kl. 01 Grandma’s Basement.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald