Innanlands

Fíggjarætlanin fyri 2020 komin úr nevnd

Hon er fyri aðru viðgerð í dag, og skal til 3. viðgerð áðrenn vikan er av. Fyrst á skránni á tingfundinum, ið byrjar klokkan 10, er triðja viðgerð av uppskoti sum snýr seg um at byggja skúladepilin í høvuðsstaðnum lidnan

2019-12-18 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So at siga allan dagin í gjár varð bíðað eftir, at álit kom viðvíkjandi lógini um sjófeingi. Tingfundurin byrjaði áleið klokkan 23, og álitið varð lagt fram. Tað skal til 2. viðgerð í morgin.

Les meira: Sjófeingið til aðru viðgerð hósdagin

Eitt annað stórmál hevur verið í nevnd seinastu tíðina. Mánadagin viðgjørdi fíggjarnevdin fíggjarlógina fyri 2020, og í dag skal hon til aðru viðgerð.

Fyrst skal málið um skúladepilin tó viðgerast og atkvøðast um: 

Dagsskráin á Tingfundinum - byrjar nú klokkan 10: 

1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)

2.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020

3.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

Til ber at fylgja við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder