Klokkan 10 byrjar tað, sum eftir øllum at døma verður ársins seinasti tingfundur. Hann skuldi vera á skránni fríggjadagin, men sum Kringvarpið skrivar í morgun, so endaði 2. viðgerð ov seint.
Ein tíðarfreist er, í mun til nær 3. viðgerð kann vera - skal ikki vera ov stutt millum viðgerðirnar í hesum førinum. Harvið slapp Løgtingið ikki í jólafrí fríggjadagin.
Nú eru tinglimirnir møttir aftur. Ivasamt er, hvussu langur dagsins tingfundur er, men tað er greitt, at summi broytingaruppskot koma. Sambært Norðlýsinum fara norðoyartingfólkini hjá Fólkaflokkinum at leggja uppskot fram at fáa Varpið við, so nýggja mentanarhúsið í Klaksvík fær seinastu og neyðugu fimm milliónirnar.
Sí eisini: Enn vón fyri Varpinum
Helst verður tað so, at tað tekur eina løtu at gera øll broytingaruppskotini til reiðar. Tískil verður tingfundurin ikki liðugur fyrrenn einaferð út á seinnapartin.
Andstøðan atkvøddi ímóti í seinastu viku, men málið varð samtykt við aðru viðgerð. 16 tingfólk atkvøddu fyri Fíggjarlógini. Ein andstøðulimir atkvøddi blankt - tað var Henrik Old úr Javnaðarflokkinum.
Til ber at fylgja tingfundinum á logting.fo
Innanlands
Fíggjarlógin skal verða samtykt áðrenn jólafrítíðina
Tíðarfreistin, í mun til at hava triðju viðgerð fríggadagin, var farin, tá tepur meiriluti atkvøddi fyri fíggjarlógini við aðru viðgerð. Tingfundurin byrjar klokkan 10 - broytingaruppskot um millum annað Varpið verða
Henrik Old, tinglimur úr Javnaðarflokkinum, atkvøddi blankt við aðru viðgerð (Mynd: Sverri Egholm)
2023-12-18 09:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald