Innanlands

Fíggjarmálaráðið góðtekur ikki sáttmálan

- Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið mugu aftur til samráðingarborðið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-05 12:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum hevur í skrivi til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í dag boðað frá, at hann, vísandi til grein 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, ikki kann góðkenna sáttmálan.

Tað var mikudagin 3. juni, at Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið komu ásamt um nýggjan sáttmála, galdandi í tvey ár frá 1. oktober 2019 at galda.

Les eisini: Semja millum KAF og Starvsmannafelagið 

Partarnir vístu á, at neyðugt var at geva limum Starvsmannafelagsins, sum eru í starvi hjá kommunum, sama sáttmála, sum starvsfólkini hjá tí almenna fingu í sáttmálanum, sum varð gjørdur í januar.

Men landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum eigur seinasta orðið í hesum máli, tekur ikki undir við hesi grundgeving, tí støðan í dag er ikki tann sama, sum hon var áðrenn koronasmittan kom til Føroya.

Hetta hevði hann boða Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum frá frammanundan, og partarnir vistu tí, at hann ikki kundi góðtaka sáttmálan.

Í samrøðu við útvarpið á middegi róði landsstýrismaðurin framundir, at tað er kommunuvalið seinni í ár, sum er orsøkin til, at arbeiðsgevaraparturin á kommunala økinum ikki megnaði at vísa neyðugt hógv.

Tá fíggjarmálaráðið ikki tekur undir við sáttmálanum, so er ongin sáttmáli, og partarnir mugu tí setast aftur við samráðingarborðið, segði Jørgen Niclasen við útvarpið í dag.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum skrivar soleiðis í tíðindaskrivi, ið varð sent út á middegi:

Bæði Starvsmannafelagið og KAF hava greitt fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálnum at grundarlagið fyri sáttmálasamráðingunum er nógv broytt orsakað av covid19 og tí kann tað støði, sum var lagt í semjuni við Starvsmannafelagið ikki undir nøkrum umstøðum haldi fram fyri restina av fakfeløgunum.  Og tí kann landsstýrismaðurin, sum støðan er nú, als ikki góðkenna semjuna millum KAF og Starvsmannafelagið, tá tann semjan er á sama høga støði sum semjan, sum bleiv gjørd áðrenn  covid19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder