Innanlands

Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið eru byrjað at samráðast

Partarnir hittust fyri fyrstu ferð í gjár. Maskinmeistarafelagið er eisini í samráðingum við kommunala arbeiðsgevarafelagið

Partarnir hittast aftur um tvær vikur (Mynd: mf.fo)

Partarnir hittast aftur um tvær vikur (Mynd: mf.fo)

2020-03-06 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maskinmeistarafelagið skal hava nýggjar sáttmálar til sínar limir. 

Felagið hevur fyri kortum havt fyrsta samráðingarfund við kommunala arbeiðsgevarafelagið  um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV og IRF.  Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini og skulu hittast aftur í komandi viku. 

Nýggjur sáttmáli er eisini neyðugur fyri teir maskinmeistarar, sum starvast hjá tí almenna. Tað vil siga hjá Strandfaraskipum landsins, havrannsóknarskipunum, Vørn og í størvum á landi.

Tískil hittust Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið í gjár. Krøvini vórðu handaði og gjøgnumgingin, fundarrøð er avtalað og partarnir hittast aftur 19. mars. Tað skrivar heimasíðan hjá Maskinmeistarafelagnum.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder