Mentan

Filmsfelagið: A Boy From Heaven

Spenningsfilmur um njósnar, makt og duldar ráðagerðir í Kairo

2023-02-02 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin vísir Filmsfelagið svenska Cannesvinnaran í fjør og Oscaruppskotið í ár “A Boy From Heaven”.

Hetta er ein krimifilmur, sum fer fram í Kairo, har útróðrarsonurin Adam (Tawfeek Barhom) púra óvæntað sleppur at lesa á lærda Al-Azhar stovninum, ið er avgjørdi maktmiðdepilin hjá sunnimuslimum.

Filmurin er ein hugtakandi spenningssøga á arabiskum um njósnarar, makt og duldar ráðagerðir, sum vit aldri áður hava sæð.

Beint sum Adam skal byrja at lesa, bráðdoyr stórimamurin, ið er andaligi leiðarin á lærustovninum. Avleiðingin er, at politiska maktin í Egyptalandi er ikki at kenna aftur, nú hon er gloppin øllum teim kendu valdspersónunum av hondum.

Myndugleikarnir seta Ibrahim (Fares Fares) at granska málið, tí hildið verður at hann kann peika á næsta leiðaran. Tá lagar lagnan tað so, at júst Adam verður partur av einum náðileysum dysti millum andaligu og politisku leiðararnar um maktina í landinum. Við Adami fáa vit innlit í eina markleysa ræðusøgu, har eingin veit, hvør er at líta á. 

Leikstjórin, Tarik Saleh, er føddur í Stockholm í 1972, og hevur fyrr gjørt filmarnar “Metropia” (2009) og “The Nile Hilton Incident” (2017), sum vann fyrstu virðisløn á Sundance Film Festival og fimm Guldbaggevirðislønir m.a. sum besti filmur. 

Filmsfelagið vísir "A boy from Heaven" í Havnar Bio mikukvøldið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder