Mentan

Filmsfelagið: Hvar er Anna Frank?

Filmurin "Hvar er Anna Frank?" frá 2021 verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 28. september

2022-09-22 19:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við 11 ára aldursmarki fer Filmsfelagið nú at vísa eina av heimsins kendastu holocaust søgum. Talan er um søguna um Onnu Frank, sum er gjørd á ein heilt nýggjan hátt.

Filmurin "Hvar er Anna Frank?" verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 28. september. Filmurin er frá 2021 og er 99 minuttir langur.

Tað er Oscartilnevndi ísraelski leikstjórin, Ari Folman, ið gjørdi "Waltz with Bashir", sum Filmsfelagið eisini hevur víst, ið nú hevur gjørt søguna um Onnu Frank til animatiónsfilm í fullari spælifilmslongd. Foreldrini hjá Folman vórðu send til Auschwitz við sama toki sum Anna Frank.

[object Object]

- Eg vóni, at eg fái høvið at siga tær alt tað, ið eg ongantíð havi sagt nøkrum øðrum, skrivaði trettan ára gamla Anna Frank í 1942 til upphugsaðu vinkonuna, Kitty, sum hon ognaði dagbókina.

Tað er kvøld í Amsterdam, og vit eru á okkara døgum. Hin reyðhærda Kitty tekur seg úr skorpuni á stadnaða blekkinum í væl goymdu dagbókini í minnissavninum hjá Onnu Frank.

- Hvar ert tú, spyr Kitty, tá hon eftir at hava leitið eftir kenda navninum og søguni, men kortini ikki finnur hana nakrastaðni í dagsins Evropa.

- Hvar er Anna Frank?

Sannførd, um at Anna Frank er at finna onkustaðni úti í Evropa, fer Kitty at leita eftir vinkonuni. Á ferðini fær hon nýggjar vinir, upplivir gandakendar løtur og verður mint á, hví søgan hjá Onnu Frank enn hevur gildi og týdning, 80 ár eftir at ein trettan ára gomul genta skrivaði hana.

Ari Folman hevur gjørt ein fagnaðan familjufilm, sum við kendu dagbókini í hondini, førir okkum kærleiksfult inn í flóttalegur, har Kitty spyr, um tey hava sæð Onnu Frank. Ein nemandi filmur um tann órætt, allir flóttar eru fyri, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Londini, ið standa saman um nýggja Holocaust filmin eru Ísrael, Niðurlond, Frakland, Luksemborg og Belgia.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder