Innanlands

Filmsfelagið sýnir DISCO - norskan film um kristin virði og kristna atferð

Hetta er fyrsti filmur ið verður sýndur á Tórshavnar Film Festivali, sum byrjar komandi mikukvøld

23-ára gamla Josefine Frida Pettersen gjørdist víðakend sum Noora í SKAM. Hon er høvuðspersónur í Disko, og hevur fingið stórt rós av norskum og altjóða ummælarum fyri sítt avrik sum Mirjam

23-ára gamla Josefine Frida Pettersen gjørdist víðakend sum Noora í SKAM. Hon er høvuðspersónur í Disko, og hevur fingið stórt rós av norskum og altjóða ummælarum fyri sítt avrik sum Mirjam

2020-02-06 21:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum, sum aftur í ár samstarvar við Norðurlandahúsið, har TÓFF heldur fram eftir sýningina.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fer at innleiða sýningina, sum verður mikudagin í Filmsfelagnum.

At síggja til er alt perfekt hjá 19 ára gomlu Mirjam, sum er fosturdóttirkarsimatiska pastorin í fríkirkjuni Friheten. Vakra Mirjam er stoltleiki kirkjunnar og hon leiðir ungdómin í kirkjuni. Men hon vil eisini verja heimsmeistaraheitið í freestyle disco dansi. Undir kappingin gongur galið og hon smellir í gólvið. Mirjam tekur ósigurin nær, órógv kemur á hana og hon fer at grunda yvir, hvat tað var, sum hendi. Heima verður sagt, at hon má styrkja seg í trúnni, trúgva meir og trúgva betri og rættari. Mirjam roynir, men kroppurin svíkir. Hon leitar eftir einum svari á, hvaðani trupuleikarnir munnu stava, og fer at kenna á sær, at eingin sær hana. Tí letur hon seg draga at einari enn strangari og konservativari meinigheit. Í loyndum fer hon á summarlegu hjá teimum. 

Í filminum DISCO verða nútímans fríkirkjumeinigheitir lýstar á ein autentiskan hátt, sum ikki er sæddur á filmi áður. Í framúr væleydnaða høvuðsleiklutinum sum Mirjam sleppir Josefine Frida Pettersen fyrstu ferð at royna seg í biograffilmi. Hon er fyrr kend úr sjónvarpsrøðini SKAM. Aðrir leikarar í filminum eru Nicolai Cleve Broch, Kjærsti Odden Skjeldal, Andrea Bræin Hovig og Espen Klouman Høiner.

DISCO er annar filmurin, sum leikstjórin og handritahøvundurin Jorunn Myklebust Syversen (f.1978) hevur gjørt. Við eini ráari og ótilgjørdari realismu lýsir hon umhvørvi, sum hóast tey eru til, sjálvdan síggjast í miðlunum. Fyrsti filmurin, HOGGEREN (2017), varð í uppskoti at fáa tvær Amanda virðislønir og fekk framúr ummæli í Noregi.

Í altjóða høpi var DISCO fyrstu ferð sýndur á filmstevnu í Toronto, meðan evropiska frumsýningin var í San Sebastian. Norska frumsýning var í oktober og í øllum trimum førum hevur DISCO fingið framúr ummæli og elvt til nógv kjak, tí filmurin verður mettur sum serstakliga týdningarmikil á okkara leiðum.

Norski filmurin DISCO verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikudagin 12. februar kl 20:00 við enskum undirteksti.

Filmsfelagið

 

placeholder
placeholder