Mentan

Filmsfelagið sýnir krimi úr Suðurkorea

11. januar verður filmurin Decision to Leave vístur í Filmsfelagnum

2023-01-07 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti filmur, sum Filmsfelgið sýnir í nýggja árinum er hin virðislønti Decision to Leave úr Suðurkorea.

Sýningin, sum er almenn, er í Havnar Bio mikukvøldið 11. januar, boðar Filmsfelagið frá.

Fjallaklintrari dettur oman
Løgregluovastin Hae-jun hevur ilt við at sova, og gremur seg um ov fáar morðgátur at loysa. Bráddliga kemur eitt løgið drápsmál honum í hendi, sum kanska kann geva honum arbeiðsgleðina aftur.

Ein fjallaklintrari er dottin oman, og tølandi einkjan, Seo-rae, tykist so órørd av støðuni, at løgregluovastin gerst illgrunasamur. Men tá hevur hon longu rúnarbundið Hae-jun.

Decision to Leave er ein hugtakandi romantisk nøtrisøga, har gessur og rættvísi eru snúningsásar í stílfullu søguni.

Suðurkoreanski leikstjórin, Park Chan-wook (f.1963), sum fyrr hevur gjørt Oldboy og Handmaiden, vann virðislønina sum besti leikstjóri í Cannes í fjør fyri júst henda filmin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder