Í kjalarvørrinum á hendingunum í Ísrael og Gazageiranum, hevur eydnast Filmsfelagið at sleppa at vísa nýggja ísraelska heimildarfilmin ”Innocence”, sum 45 ára gamli Guy Davidi hevur leikstjórnað.
Filmurin verður at síggja mikukvøldið 22. november klokkan 20, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.
Í 2013 vórðu Guy Davidi og palestinski Emad Burnat Oscartilnevndir fyri filmin ”5 Broken Cameras”. Tað var fyrstu ferð, at ein palestini var tilnevndur ein Oscarvirðisløn. Fyri filmin vunnu teir báðir leikstjóravirðislønina á Sundance Film Festival og Emmy virðislønina tað árið.
Nýggja filmin ”Innocence” hevur danska Sigrid Dyekjær framleitt, eins og hon gjørdi í førinum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti í 2020.
Filmurin spyr, nær einoygd propaganda verður til staðfestan sannleika? Og hvør rindar kostnaðin? Við støði í ísraelsku hernaðarskylduni viðger Guy Davidi tey tjóðskaparligu uppáhald, sum vit oftast hoyra í miðlum og politikki. Úrslitið er ein hugtakandi lýsing av teim ungu, ið doyggja alt ov tíðliga, og ein sannførandi greining av teim mongu maskum, ið propaganda hevur og kann fáa, skrivar Filmsfelagið.
Í ísraelska herinum er hernaðarskyldan hjá monnum trý ár og knøpp tvey ár hjá kvinnum. Øll skulu í herin. Tí er umráðandi, at ikki bara tey ungu, men eisini næstrafólk teirra taka undir við krevjandi venjingunum. Men øll eru ikki samd um hesi viðurskifti.
”Innocence” er ognaður teim ungu, sum eftir slítandi kropsligu og sálarligu venjingarnar ikki bóru boð í bý. Frá reklamufilmum hjá herinum til tjóðarbyggjandi hetjusøgur, sum húski fortelja við døgurðaborðið.
Kendi danski filmsummælarin, Per Juul Carlsen, gav filminum fimm stjørnur í Kristeligt Dagblad og skrivaði, at ”Innocence” er ein serstakliga harðrendur krígsfilmur, men við lægstu ljóðstyrki. Júst tí er hann so sannførandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald