Mentan

Filmslassikari: Ein screwball komedia um kyn

Fleiri halda “Some like it hot” vera heimsins besta film

2022-09-15 12:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmsfelagið, sum fyllir 60 í heyst, sýnir mikudagin henda filmsklassikaran hjá Billy Wilder við Marylin Monroe, Tony Curtis og Jack Lemmon, ”Some like it hot”, ið fleiri halda vera heimsins besta film.

Leikstjórin, ið hevur skrivað seg í søguna sum bæði skemtari og menniskjakennari, fer víða í søgugongdin, ið fevnir um satiru, parodi og komikk, so úrslitið er ein filmsperla, ið bara skínur bjartari, sum árini ganga.

Uttan at vilja tað, verða teir báðir arbeiðsleysu tónleikararnir, Joe (Tony Curtis) og Jerry (Jack Lemmon) vitni, tá harðrendir brotsmenn bresta saman í villa býnum Chicago. Teir skifta samleika og látast at verða onnur, fyri ikki at siga aðrar, so eingin finnur teir aftur.

Sum Daphne og Josephine fara teir umborð á tokið til Florida, tí teir hava fingið arbeiði í kvinnuorkestrinum Sweet Sue’s. Men umborð á tokinum eru teir báðir blivnir forelskaðir í forsangarinnuni, Sugar Cane (Marilyn Monroe).

Nú tekur søgan dik á seg og verður ein screwball komedia av eini aðrari verð, fyrst og fremst um kyn. Tá Jerry avdúkar fyri gentuni, at hann er maður, fáa vit endasetningin, sum langt síðan er vorðin partur av altjóða filmsøguni:

- Well, nobody's perfect!

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder