Innanlands

Fimm ára búnað whisky úr Klaksvík

Nýggjasta útgávan frá Einar's Distillery ber heiti Skúgvurin

2024-07-25 22:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Einar´s Distillery hevur búnað og tappað fimm ára gamalt whisky. Nýggjasta útgávan ber heiti Skúgvurin.

Megin og dirvið frá hesum fugli sæst aftur í styrkini, ið er fatstyrki á 59,5 % vol. Gyltu droparnir eru tappaðir beint av fatinum, CASK strength, uttan at verða tynt. 

Skúgvurin er ein av naskastu fuglunum, ið vit hava í Føroyum. Smakkiupplivingin av Skúgvinum er eisini kraftmikil. Talan er um búnað whisky, ið hevur ligið á tunnum og er lagrað í meira enn fimm ár.

Brenningin á Einar´s Distillery og búningin á útvaldum Sherry- og Bourbon føtum mitt í norður atlantshavinum ger Einar´s Whisky til nakað serstakt.

Ein kompleks, balansera Single Malt frá Einar´s Distillery er farin á flog.

Serfrøðingar geva Skúgvinum góð ummælið - ein av kendu ummælarunum sigur, at hendan útgávan bæði undirheldur og imponerar – well made, it both entertains and facinates in equal measures, verður sagt.

Skúgvurin fæst til keyps á flogvøllinum og í Rúsdrekkasølu Landsins.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder