Innanlands

Fimm av seks flokkum mæla til føroyskt heiðursmerki

Grønlendingar hava Nersornaat, íslendingar Falkaheiðurin og danir Riddarakrossin. Nú skulu føroyingar eisini hava slíka medalju – men Javnaðarflokkurin er ikki við

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-08 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umboð fyri allar flokkar á tingi uttan Javnaðarflokkin eru við í einum uppskoti til samtyktar um at heita á landsstýrið um at gera eitt heiðursmerki at heiðra persónum, sum hava gjørt “merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum”.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar

Uppskotsstillararnir eru Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsókn, Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

Hesi seks tingfólkini halda, at Føroyar eiga at hava eitt heiðurstekin, eina ærumedalju – almennan heiður - ið kann latast kvinnum og monnum, sum á serstakan, dyggan og rósuppibornan hátt tæna landi og fólki.

Tey mæla til at heita á Løgmansskrivstovuna um at seta í gongd eitt arbeiði um, hvussu ein slíkur heiður kann skipast, og hvørjar reglur eiga at vera galdandi fyri tilnevning og val av teimum, sum fáa heiðurin.

Les eisini: Tey fingu riddarakrossin

Tey vísa á aðrar líknandi heiðrar, sum grønlendska Nersornaat (Grønlands hjemmestyres fortjenstmedalje), sum er ein ísbjørn, og verður hendan latin í silvuri ella gulli. Eitt annað dømi er íslendski Falkaheiðurin, ið verður latin í fimm ymiskum stigum, og sum íslendski forsetin letur 1. januar og 17. juni á hvørjum ári.

- Í flestu londum finnast hesi heiðurstekin í ymiskum útgávum og stigum. Í Føroyum kenna vit best danska riddarakrossin eins og líknandi heiðursskipanireru at finna í Norregi, Svøríki og Finnlandi.  Uppskotssetararnir mæla til, at Løgmansskrivstovan setur í gongd arbeiðið at gera eina almenna heiðursskipan. Fyrsta stigið eigur at vera at seta nøkur fólk, ið hava røttu førleikarnar, til at gera eitt uppskot um, hvussu hesin heiður kann skipast, og at løgmaður so leggur lógaruppskot fyri løgtingið, verður sagt í uppskotinum.

[object Object]Aksel V. Johannessen (her saman við krúnprinsinum og Heðini Zachariassen á Tjørnuvíksstakki): - Vit hava sum prinsipp ikki at taka ímóti bringuprýði (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Javnaðarflokkurin ikki við
Javnaðarflokkurin er ikki við í hesum uppskotinum. Og hetta er tí, at javnaðarfólk hava sum prinsipp ikki at taka ímóti slíkum bringuprýði.

Aksel V. Johannesen váttar, at hann varð spurdur um at vera við, men takkaði nei, júst av teirri orsøk, at tað er siður hjá javnaðarfólki at takka nei til slíkar medaljur.

- Nú kenna vit kansa best hetta frá danska riddarakrossinum. Og har er vanligt, at fólk gerast riddarar bara tí at tey eru vald í onkran ávísan sess, og ikki tí tey endiiga hava gjørt seg uppiborin til tað. Tí eru vit prinsipielt ímóti slíkum.

- Hvussu vit fyrihalda okkum til júst hetta uppskotið hava vit tó ikki viðgjørt enn, og tí kann eg enn ikki sita, um vit fara at atkvøða fyri ella ímóti, tá tað kemur til stykkis, sigur Aksel V. Johannesen í stutari viðmerking. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder