
Tað hava verið eini friðarlig páskir hjá løgregluni. Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Tó kundi hann kunnað um nøkur niðurskrivaði mál seinasta samdøgrið. Øll fimm snúðu seg um ferðslu.
Trý av hesum vóru í Klaksvík - øll á sama vegi.
Klaksvíkar kommuna er í gongd við eina royndarverkætlan, har Kráargøtu er einsrættað norðureftir, og Heygavegurin er einsrættaður suðureftir. Hetta er omanfyri fólkaskúlan í býnum. Kommunan vil gjarna broyta ferðslumynstrið við skúlan.
Sí eisini: Gera tveir vegir í Klaksvík einsrættaðir
Tað var á Kráargøtu, at tríggir bilførarar í gjár koyrdu "skeivan vegin". Teir koyrdu allir suðureftir, og hetta revsaði løgreglan við bæði bót á 1.500 krónur og klippi, staðfestir vaktleiðarin.
Tvey mál vóru um ferð 1. páskadag. Hetta var á strekkjum, har løgreglan javnan "fangar" fólk, sum koyra heldur skjótt. Á Søldarfjarðarvegnum koyrdi ein 74 km/t, og Undir Kongavarða, á Glyvursvegum á Argjum, var málda ferðin 77 km/t.
Í báðum førum var talan um bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald