Fríggjadagin fekk løgreglan tvær fráboðanir um oljustuldur, og um vikuskiftið hevur løgreglan fingið tríggjar fráboðanir afturat.
Allar fráboðanirnar eru komnar úr Norðurøkinum. Tann eina fráboðanin snúði seg um uml. 750 litrar av dieselolju, sum varð stolin úr einum tanga á einum arbeiðsplássi á Borðoyavík, og ein onnur snúði seg um olju, sum varð stolin úr einum báti. Annars hevur verið talan um olju, sum er stolin úr tanganum hjá privatum húsarhaldum.
Hvussu nógv olja varð stolin tilsamans er ógreitt, og enn hevur løgreglan heldur onga ábending um, hvør stendur aftan fyri.
– Tíðarskeiðið, har hendan oljan er stolin er so øgiliga breitt. Tað hevði verið lættari, um vit vistu akkurát nær oljan varð stolin, men vit kanna málið so væl, sum vit kunnu, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald