Fimm gøtur stongdar í samband við jólagudstænastuna í Vágsbotni

Hetta er galdandi frá klokkan 14.30 til 16 í morgin, jólaaftan

2021-12-23 15:22 Author image
Agnar Prestá

Tað verður eingin jólaguðstænasta í Havnar kirkju, nú tá almennu tilmælini eru, sum teu eru, og ístaðin verður útiguðstænasta so at siga beint uttanfyri.

Havnar kirkja skipar fyri gudstænastu á Trappuni í Vágbsotni frá klokkan 15 til 15:30 í morgin, 24. desember, og í hesum sambandi verða fleiri gøtur stongdar - hetta í tíðarskeiðinum klokkan 14.30 - 16. 

Talan er um Mylnugøtu, Tórsgøtu (frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn), Vágsbotnur (frá Bøgøtu), Undir Bryggjubakka og Bryggjubakki. Har verður eingin gjøgnumkoyring í tíðarskeiðnum.

Les eisini: Kirkjurnar í høvuðsstadnum skipa fyri uttandura gudstænastu jólaaftan


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald