placeholder
Uttanlands

Fimm mál javntstillað í Norðurlandaráðnum

Íslendskt og finskt eru nú eisini almenn mál í norðurlendska samstarvinum

Stórtingið (Mynd: norden.org)

Stórtingið (Mynd: norden.org)

2018-10-31 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlandaráðið samtykti í dag einmælt, at íslendskt og finskt mál nú eisini verða almenn mál í Norðurlandaráðnum.

Talan er um eitt týdningarmikið mál fyri íslendingar og finnar, men tað var ikki uppskotið, sum íslendsku og finsku tingbólkarnir upprunaliga løgdu fyri Norðurlandaráðið.

Íslendingar og finnar løgdu í 2016 fram uppskot um, at íslendskt og finskt skuldi gerast arbeiðsmál í Norðurlandaráðnum, men hetta uppskot vann ikki frama, tí hildið var at tað var ov víðgongt, at finskt og íslendskt skuldi kunna brúkast á jøvnum føti við skandinavisku málini í øllum løgum í politiska samstarvinum í Norðurlondum.

Málið varð viðgjørt á seinasta ársfundi í Helsingfors, men var sent aftur til formansskapin við áheitan um at finna eina semju.

Semjan frá formansskapinum varð einmælt samtykt á fundinum í Oslo í dag.

Semjan sigur, at tulkast skal til finskt og íslendskt eftir tørvi. Hetta er ikki so nýskapandi í mun til í dag, tí tá Norðurlandaráðið hevur fund, verður alt tulkað, men við uppskotinum verður møguligt at fáa tulking og tosa á íslendskum ella finskum á smærri fundum eisini.

Viðvíkjandi skjølum í Norðurlandaráðnum verður sagt, at týdningarmikil dokument verða tulkað til og úr finskum og íslendskum til og úr donskum, norskum og svenskum. Og so stendur – eins og viðvíkjandi tulking á fundum – ”tað verður ikki umsett millum danskt, norskt og svenskt”.

Sum nakað nýtt verður nú álagt, at í umsitingarligum høpi verða skandinavisku málini brúkt, men at tað altíð skulu verða starvsfólk til staðar, sum hava kunnleika til ”hvert av de nordiske landes sprog”. Og tá tosað verður um lond í hesum høpi, so verður meint við svenskt, norskt, danskt, finskt og íslendskt.

Minnilutamálini, so sum føroyskt, grønlendskt og samiskt, verður als ikki umrøtt í hesum málinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder