Innanlands

Steffan Løkin stillar upp fyri Fólkaflokkin

Ungi maðurin úr Saltangará skal nú royna seg í politikki - Steffan Løkin, Bill Justinussen og Rósa Tyril Gaardlykke eru nýggju nøvnini á Fólkaflokslistanum í Eysturoynni

2026-03-02 20:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er best kendur sum fótbóltsspælari - serliga úr barndómsfelagnum NSÍ. Hann hevur eisini umboðað øll ungdómslandsliðini, men nú skal hann á ein annan vígvøll.

Á uppstillingarfundi hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag í kvøld, er Steffan Abrahamsson Løkin komin á listan hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 2026.

Tað er fyrstu ferð, at 25-ára gamli maðurin úr Saltangará fer inn í politikk.

Bill og Rósa - úr Miðflokkin í Fólkaflokkin

Tað er ikki fyrstu ferð hjá Bill Justinussen, sum hevur sitið fleiri setur fyri Miðflokkin.

Síðani Bill Justinussen kom upp í Fólkaflokkin, stutt eftir at hann ikki var afturvaldur í 2022 (382 atkvøður), hevur tað verið greitt, at nú 62-ára gamli glyvramaðurin fór at stilla upp fyri Fólkaflokkin.

[object Object]

Tingmaðurin er á fyrsta uppstillingarflokkinum í kvøld komin uppá listan hjá Fólkaflokkinum, og tað er Rósa Tyril Gaardlykke eisini.

Gøtukvinnan hevur í hesum tingskeiðnum verið fyrsta varafólk hjá Miðflokkinum - millum annað tí at Bill gavst í Miðflokkinum. Rósa fekk 93 atkvøður og hevur avloyst í tinginum í tíðarskeiðnum.

Annars var einki bilsni á uppstillingarfundinum í kvøld: Bárður á Lakjuni var næstvaldur á Fólkaflokslistanum í 2022, og stillar fuglfirðingurin í Leirvík upp aftur. 

Uni Rasmussen, ið áður hevur veirð á tingi, stillar eisini upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder