Í morgin verður danmarkarheitið í íverksetan fyri skúlaungdóm avgjørt, og við í kappingini er bólkurin Trekk, ið er mannaður av fimm næmingum úr Skúlatrøð í Klaksvík.
Fyrr í ár vann Trekk SkúlaFM 2020, og verkætlanin hjá teimum varð seinni vald at koma víðari í DM-finaluna. Trekk er harvið millum 24 tey bestu liðini í danska kongaríkinum.
Les eisini: Vinnararnir av Skúla FM komnir í DM-finaluna
Tað er Fonden for Entreprenørskab, ið skipar fyri DM í íverksetan, og í ár hava fleiri enn 1.600 næmingar luttikið í kappingini. Næmingarnir í Trekk eru; Tórálvur Brestisson, Rói Sørensen, Emilia Rasmussen, Kristina Hansen og Karl Andreassen, og ganga tey í 10. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík.
Tey hava ment ymiskar spennandi vørur úr tara; taradressing, tararasp, tarakryddlaka og tarasalt.
Upprunaliga skuldi DM kappingin vera í Kolding, men vegna koronasmittuna verður kappingin í ár stroymd á netinum. Hetta gevur øllum áhugaðum møguleika at fylgja við kappingini umvegis alnótnina.
Tað er kendi sjónvarpsverturin Camilla Ottosen, ið kemur at leiða hyggjarnar ígjøgnum skránna. Dagurin byrjar kl. 08:30, í morgin, týsdagin 26.mai. Trekk er flokkaður í bólkin ’Viden og Verden’.
Tað ber til at fylgja við kappingini her. Loyniorðið er: nldm20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald