2020-11-01 14:00

Eingin varð staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum seinasta samdøgrið, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum, og er støðan sostatt framvegis tann, at 495 hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum.
Talið á positivum er tó minkað munandi seinasta samdøgrið, tí nú er níggju persónar afturat staðfestir frískir. Hetta merkir, at bert fimm positivir persónar eru eftir.
Tilsamans eru nú 154.278 kanningar gjørdar í Føroyum – 320 í gjár.
Eingin er innlagdur við covid-19 í løtuni. 26 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald