2020-10-24 15:25

Eingin nýggjur tilburður av covid-19 varð staðfestur í teimum 819 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum.
Fimm persónar eru staðfestir frískir aftur, og talið av positivum persónum við covid-19 er í løtuni 12.
62 fólk eru í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur á sjúkrahúsinum við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald