
Mánamorgunin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 á Landssjúkrahúsinum í verkfall, men tað verður ikki líka hart verkfall, sum tað ljóðaði upprunaliga.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava svarað umbønini frá Landssjúkrahúsinum um undantøk á deildini, og greitt er, at øll undantøkini eru givin. Tað upplýsir Óluva í Gong, forkvinna í fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, fyri útvarpinum seinnapartin.
Tað eru seks sjúkrarøktarfrøðingar um dagin, fýra um kvøldi og tveir um náttina.
- Tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er alt døgnið, hvønn tann einasta dag, og vit eru noyddar til at geva tey undantøkini sum eru neyðugt fyri at tað skal vera trygt, sigur Óluva í Gong.
Undantøkini eru givin við tí fyrivarni, at tað er til tað trýstið, sum er á deildini beint nú.
Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, segði í gjárkvøldið, at fingu tey ikki umbidnu undantøkini, var trygdin á deildini í vanda, og so mátti politiska skipanin leggja uppí. Hetta tykist ikki at vera neyðugt í fyrsta umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald