Innanlands

Fingu 144 kilo av ruski í trolið

Í sambandi við ruskveiðuna, komu Heykur og Falkur við trimum sekkjum við tilsamans 144,5 kg av ruski

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2020-02-26 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við átakið ruskveiðu komu partrolararnir Heykur og Falkur inn við tilsamans trimum sekkjum av ruski, sum var komið í trolið.

Ein sekkur kom fyri nøkrum vikum síðani, og hósdagin í farnu viku, komu teir við tveimum afturat. Tilsamans vigaðu teir 144,5 kg.

Í sekkjunum var m.a. trol, trossar, veirur, stuttir togendar, einnýtispakningur, handskar, spann, pakkiband, fløskur og bobbins. Tað, sum fylti mest, vóru lutirnir frá fiskivinnuni, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu.

Ruskið varð skilt og talt upp, og varð hetta alt skrivað á ein lista, sum ruskveiðuátakið brúkar kring allan heimin. Síðani varð uppteljingin send til Kommunufelagið, sum sendir hana víðari til KIMO.

Kommunufelagið er vegna kommunurnar í Føroyum limur í KIMO, sum er eitt altjóða umhvørvisfelag fyri lokalar myndugleikar.

Við ruskveiðuátakinum ber til at síggja, hvat slag av ruski liggur í høvunum kring Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder