Mentan

Finleif Mortensen í Ribarhúsi

Listaframsýningin letur upp fríggjadagin

2019-08-12 08:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin letur upp listaframsýning í Rubarhúsi í Fuglafirði við listamanninum Finleif Mortensen

Finleif Mortensen hevur tveir málihættir – ein figurativan og ein abstraktan. Tveir hættir, ið vanliga eru fataðir sum mótsetningar. Annar byggir á eygleiðing og endurgeving av verðuleikanum sum hann sæst, har hin er savnandi um rein skap og litir á hvør sín hátt, í størri ella minni mun ósjálvstøðugt av tí sum sæst.

Tess meir man eygleiðir málningarnar hjá Finleif Mortensen, tess meira sýnast hesir mótsetningar kortini at fána burtur, ella í øllum førum at hava íblástur frá hvørjum øðrum.

Verður hugt eftir tí figurativa málninginum, málar hann ofta tað kenda motivið, náttúruna, smáu bygdirnar hav og himmal. Litirnir bera sum oftast brá av blágrønum og reydligum litum.

Á framsýningni í Riberhusi hevur Finleif Mortensen málningar, har íblásturin kemur frá bygdum og landsløgum umframt nakrar abstraktar málningar, har íblásturin kemur frá nátturuupplivingum á fjallatúrum

Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. august kl. 17 har Frits Johannesen bjóðar vælkomin og Rani Nolsøe syngur nakrar sangir. Framsýningin er opin til 31. august.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder