Uttanlands

Finna lík og deyð neyt á sjónum

Neytaflutningsskipið Gulf Livestock 1 varð tikið av stórari aldu, tá tað misti motormegina

(Mynd: Japan Coast Guard)

(Mynd: Japan Coast Guard)

2020-09-04 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Líkið av einum av manningini av neytaskipinum, ið kom í ódnarveður á veg frá Ný Sælandi til Kina, er funnin í sjónum í Eystur Kinahavi. 

Hann varð funnin flótandi við andlitinum niðureftir á eini leið 75 fjórðingar í ein útnyðring úr oynni Amami Oshima, skrivar Al Jazeera.

Bjargingarskip hava eisini samlað upp bjargingarjakkar og deyðar neytakroppar úr sjónum.

Les eisini: Skip við 43 fólkum og næstan 6.000 neytum horvið

Serbygda neytaflutningsskipið Gulf Livestock 1, ið sigldi undir Panama-flaggi, kom í havsneyð mikudagin, tá tað varð rakt av melduródnini Maysak. Við skipinum vóru 43 fólk og oman fyri 6.000 livandi neyt.

Tað eydnaðist japansku sjóverjuni mikudagin at bjarga einum sjómanni av Filipsoyggjunum, sum fleyt á sjónum. Talan er um 45 ára gamla maskinmannin Sareno Edvarodo.

Manningin taldi 43, harav 39 vóru av Filipsoyggjum, tvey frá Ný Sælandi og tvey úr Avstralia.

Edvarodo hevur greitt bjargingartænastuni frá, at ein av motorunum støðgaði, og skipið varð tikið av eini stórari aldu. Hann náddi at lata seg í yvirlivilsisdrakt og leypa á sjógv.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Gulf Livestock 1 hevur havt maskintrupulleikar. Í 2019 rak tað fyri vág og vind í 25 tímar uttan motorkraft á nøkulunda somuleið, har tað nú helst er sokkið.

Vinnumálaráðharrin í Ný Sælandi boðaði í gjár frá, at landið eftir vanlukkuna setir fyribils bann fyri sjóvegis flutningi av livandi neytum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder