Frá á midnátt sleppa russisk ferðafólk ikki inn í Finnland, boðar finski uttanríkismálaráðharrin, Pekka Haavisto frá á tíðindafundi í dag.
Avgerðin er tikin fyri at sleppa undan núverandi støðuni við russiskum ferðafólkum, sum ferðast gjøgnum Finnland, sigur hann.
Talið á russum, sum eru farnir úr Russlandi umvegis finska markið er økt munandi seinastu vikuna, síðan russiski forsetin, Vladimir Putin boðaði frá, at fleiri menn skuldu kallast inn til herin.
Pekka Haavisto sigur, at innferðarforboðið fyri russisk ferðafólk verður sett í gildi fyri at verja "altjóða sambondini hjá Finnlandi". Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at "ólólgilu fólkaatkvøðurnar í Ukraina" eisini hava spælt ein leiklut, tá avgerðin skuldi takast. Her verður sipað til fólkaatkvøðurnar um innliman í Russland ukrainsku landslutunum Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson, sum sambært russisku stjórnini verða innlimaðir í Russland í morgin.
Les eisini: – Ukrainsku landslutirnir verða innlimaðir í morgin
Forboðið er galdandi fyri russar, sum hava visum til Schengen-londini. Tað er tó ikki galdandi, um vandi er fyri, at onkur ger seg inn á teirra mannarættindi, ella um tey skulu annaðhvørt lesa ella vitja familju í Finnlandi.
Krista Mikkonen, innlendismálaráðharri í Finnlandi sigur, at hetta forboðið møguliga fer at hava við sær, at fleiri fara at søkja um friðskjól ella koma til landið ólógliga, men tað, at ein kann verða innkallaður til russiska herin er ikki ein grundgeving til at fáa friðskjól í Finnlandi. Bert um prógv eru fyri, at viðkomandi eitt nú verður tvungin til at fremja krígsbrotsverk ella fær eina órímiliga revsing, kann ein fáa friðskjól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald