Innanlands

Fipurnet til Kvívíkar

Hvørt húsarhald í bygdini fær ein fipurkaðal lagdan inn, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband. Kvívík er eitt av fyrstu støðunum í Føroyum, sum fær hetta.

2020-05-06 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstum fer NET í gongd við at leggja leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í Kvívík. Hetta er partur av stóru verkætlanina at leggja fipurnet kring alt landið.

Higartil hava býarpartar í Havn. og bygdirnar Kolbeinagjógv og Morskranes fingið fipurnet. Hetta stendur í skrivið frá NET, sum er á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu. 

NET skrivar, at fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðarafiprar, ið eru til støddar sum eitt menniskjahár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í eini sterkari plastikkrørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti og verður løgd inn til hvørt húsarhald.

Hendan tøknin fer at kollvelta internettøknina, ið vit kenna til á verandi koparneti, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira, boðar NET frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder