Mentan

Fiskikapping og vatnkríggj í Klaksvík í kvøld

Í kvøld verður stóra vatnkríggið á vágni í Klaksvík

Mynd frá vatnkrígnum í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Mynd frá vatnkrígnum í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-08-16 16:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ymisk tiltøk hava verið í Klaksvík hesa vikuna í sambandi við sjómannadagar, men í dag og í morgin eru teir báðir stóru dagarnir.

Í kvøld klokkan 18 verður fiskstór fiskikapping á Kósabrúnni fyri børn undir- og í fólkaskúlaldri.

Ein tíma seinni, klokkan 19, verður stórt vatnkríggj millum bátar og skip, tí tá stóra fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.

Siglt verður í ring inni á Vánni og kríggið endar tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum. 

Hvørt ár plaga fleiri hundrað børn og barnsligar sálir at luttaka til hesi tiltøkini, sum eru fríggjakvøld undan sjálvum stóra Sjómannadagin, sum verður í morgin.

Stóra skráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder