Í kvøld fara umboð fyri allar flokkar á løgtingi at kjakast um nýggju fiskivinnulóggávuna og avleiðingarnar av henni. Aftaná kjakast fólk úr vinnuni.
Hetta verður í kvøld í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík klokkan 19. Kringvarpið sendir fiskivinnutingið beinleiðis í sjónvarpinum.
Lógin um sjófeingi hevði bara tvey ár á baki, áðrenn umfatandi broytingar vórðu gjørdar av samgonguni, ið tók við eftir løgtingsvalið í fjørheyst.
Eftir hart orðaskifti varð nýggja fiskivinnulóggávan samtykt við teprum meiriluta, stutt fyri jól. Fleiri grundleggjanndi broytingar vórðu tá gjørdar í tí fiskivinnulóggávu, sum kom í gildi 1. januar 2018. Uppboðssølan varð strikað, rættindini longd upp í 12 ár, veiðiloyvini knýtt at skipunum eftir stutta skiftistíð, umframt at útlendskur kapitalur kann halda fram í vinnuni í 12 ár. Broytingar, ið sambært summum vilja geva fiskivinnuni tryggar karmar at menna og endurnýggja seg. Broytingar, ið sambært øðrum lata fiskiríkidømið upp í hendurnar á teimum fáu.
Politiska kjakið er á skránni frá klokkan 19 til klokkan 20:50, og høvi verður eisini hjá fundarfólki at seta politikarunum spurningar.
Beint aftaná, klokkan 21, fara vinnulívsfólk at kjakast um nýggju fiskivinnulóggávuna og avleiðinganar av henni. Eisini verða vinnulívsfólkini spurd um, hvussu skiftandi fiskivinnupolitikkur ávirkar tey. Vinnukjakið verðu í áleið hálvan tíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald