
Sum siðvenja hevur verið nógvu seinastu árini verður árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. Í ár verður konsertin sunnkvøldið 15.december klokkan 19.30.
Gestakórið í ár er Tarira. Eisini er urguleikarin Ari Hammer Joensen við á jólakonsertini. Umframt at “hita áhoyrararnar upp” við orgulspæli í umleið hálvan tíma áðrenn sjálv kórkonsertin byrjar kl. 19.30, spælir Ari eisini verkið “Marche du veilleur de nuit” eftir Charles-Marie Widor miðskeiðis í konsertini, eins og hann hevur fylgispælið til felags sálmasangirnar og til vælumtókta sálmin “Takkarbøn” við Tórshavnar Manskóri.
Skráin er sum vera man fjølbroytt hjá báðum kórum:
Frá latínskum verkum umvegis enskar, danskar og skandinaviskar jólasálmar og -sangir til siðbundnu føroysku jólasálmarnar. Frumframførslur eru eisini á skránni.
Nærri lýsing av kórunum er neyvan neyðug. Bæði kórini hava nógv ár á baki og eru vælumtókt í heimlandinum eins væl og í útlondum.
Bernharður Wilkinsson stjórnar Tarira og Jón Festirstein Tórshavnar Manskóri.
Tarira
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald