Tríggir av fýra føroyingum spritta hendur í hesum døgum og vaska sær hendurnar oftari enn teir plagdu at gera áðrenn corona-smittan uppstóð.
Tað vísir úrslitið av spurnarkanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fyrr í dag.
Spurt var millum annað um, hvussu corona-smittan hevur ávirkað gerandisdagin hjá tí einstaka.
75,8 prosent svara, at tey spritta og vaska hendur oftari.
48 prosent siga, at tey ikki fara til almenn tiltøk
46,6 prosent siga, at tey ikki vitja eldri fólk
23,2 prosent siga, at tey halda seg heima
21 prosent siga, at tey hava avlýst uttanlandsferðir
Men bara 11 prosent siga, at tey hava keypt eyka inn av húsarhaldsvørum
Og so eru tað 9,4 prosent, sum siga, at corona-smittan onga ávirkan hevur havt á tey.
Les eisini: Næstan helmingurin heldur, at tiltøkini eru ov veik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald